Hetta ummælið hevur Rakul í Gerðinum skrivað. Tað stendur her, tí at vit báðar eru í einum kvinnukollektivi, sum skrivar ummæli um serliga nýggjar føroyskar bókmentir. Av tí at eitt blað ikki svaraði okkum aftur, og eitt annað ikki vildi gjalda okkum fyri ummælið, so samdust vit um at seta tey bæði á mín blogg. Góðan lesihug!

Yrkingasavnið OYÐILENDI eftir Svannu Jákupsdóttur kom út á forlagnum Sprotanum í novembur 2022. Jógvan Andreas á Brúnni gjørdi kápumyndina, og Else Sjúrðarberg hevur brotið um.
Snøgga yrkingasavnið er á kápuni prýtt við blýantstekning í gráum litbrigdum. Ein bringumynd, ið er formað av húsum og greinum, rótum og mynstrum. Ein menniskjuvera við tómum eygum, ið stendur framman fyri mjørkafjald hús. Ein bygd í baksýni. Hetta snøgga og, at síggja til, eitt sindur óunniliga yrkingasavnið inniheldur 28 stuttar prosayrkingar.
Yrkingarnar hava heiti við spjaldrastavum og einum tali í klombrum úr 1 til 28; til dømis “ARVAGÓÐS (3)”, “FRIÐHALGAÐI STAÐUR (12)” og “ORÐ (19)”. Eg veit ikki, um tað er nøkur ávís orsøk til hesa uppsetingina, men tað er rættiliga vanligt at skriva yvirskriftir við stórum bókstavum á facebook, tí har ber ikki til at skriva við feitum ella við størri skriftstødd, sum annars oftast verður gjørt fyri at markera yvirskriftir.
Yrkingarnar sjálvar hava vanliga teknseting, nýggjur setningur byrjar við stórum, men annars verður skrivað við smáum. Onkur skrivivilla er, sum vónandi verður rættað í einum møguligum endurprenti.
At seta orð á at missa orð
Hóast væl meir enn helvtin av teimum fólkunum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og á sambýlum í landinum hava eitthvørt slag av demens, og hóast tað eru alt fleiri fólk í dag, sum fáa sjúkuna, tá tey enn eru lutfalsliga ung, so er ikki nógv fagurbókmentaligt tilfar um evnið.
Sólrun Michelsen hevur skrivað skaldsøguna Hinumegin er mars, Carl Jóhan Jensen hevur skrivað skaldsøguna Vatn er ein vátur logi og Dánial Hoydal hevur skrivað barnabókina Abbi og eg, og abbi. Og nú hevur Svanna Jákupsdóttir skrivað yrkingasavnið OYÐILENDI.
Yrkingarnar í savninum hjá Svannu Jákupsdóttur snúgva seg um ávirkanina av minnissvinni. Hvat ger tað við eitt menniskja at missa málið og minnið eitt petti á gangin? Hvat ger tað við makan, við børnini, barnabørnini og við starvsfelagarnar hjá einum sjúkuraktum? Tað er hetta, Svanna setir orð á við sínum yrkingum. Fyrst og fremst úr sínum egna sjónarhorni, sum avvarðandi dóttir at einum demensraktum.
Onkuntíð sum tann eygleiðandi, onkuntíð sum tann kennandi, onkuntíð sum tann ímyndandi, setir yrkjarin orð á at missa orð. At missa minnið. Onkursvegna vera vitni til, at eitt menniskja verður skilt sundur frá heiminum, tað hevur verið partur av alt lívið. Verður fremmandagjørt.
“Hon vil í eina troyggju./ Leitar eftir orðinum./ Finnur tað ikki./ Tekur aðra hondina í durakarmin,/ hina tekur hon fyri pannina (sic!),/ ristir við høvdinum./ Leitar, roynir./ Trilvandi fer hon niður í orðaskjáttuna,/ har er so lítið at finna./ Einans ljóð, sum hon ikki kann brúka,/ stavilsi, hon ikki vil kennast við.”
“Leitanin steðgar./ Skjáttan letur aftur./ Tey fáu orðini, ið enn eru eftir, falla til ró./ Hon fær brúkt tey,/ so dánt, skirvisliga, følin./ Sum skal hon passa væl upp á tey,/ verja tey./ Spara upp á tey.// Nær eru tey uppi?”.
Í hesum báðum brotunum úr yrkingini “ORÐ (19)”, er yrkjara-egið tann eygleiðandi, sum at enda ger eina roynd at seta seg inn í, hvussu tað man vera at vera tann, sum yrkingin snýr seg um; tann eygleidda. Hvat hon man hugsa í støðuni.
Á hendan hátt vísir yrkjara-egið okkum sína egnu støðu við at lýsa eina gerandisstøðu hjá mammuni. Ein gerandisstøða, ið er heilt óhugsandi fyri eitt frískt menniskja.
Tað ljóta verður lagt á blik
Styrkin við savninum er, at yrkjarin er ikki bangin fyri at yrkja um tað ljóta og skitna í menniskjasinninum, sum eru ein avleiðing av sorg og avmakt. Yrkingarnar eru ikki pakkaðar inn í glitur og glans, men draga nakrar ektaðar og ófjaldar perlur úr myrka, kensluliga dýpinum hjá yrkjara-egnum. Her er pláss fyri teimum ljótu kenslunum, vit vanliga ikki vilja kennast við. Teimum ljótu kenslunum, sum ikki kunnu vera stýrandi í einum siviliseraðum samfelag, men sum kortini eru har.
Yrkjara-egið er í sorg og upplivir skomm og máttloysi og aðrar forbodnar kenslur, sum verða bornar fram á einum gerandismáli, ið ikki er til at taka feil av. Her er ovmikið av tilfari til at skapa stóra list, og yrkjarin hevur nógv upp á hjarta, men eg sakni, at yrkjarin fer úr yrkingini sum privatpersónur, tí tað er ein forðing fyri, at yrkingarnar hepnast til fulnar.
Dømi um hetta er fyrsta brotið úr yrkingini “MÓRUHYLURIN (11)”:
“Her liggi eg/ í mínum móruhyli/ og svansi í sjálvseymkan./ Gníggi mær lørini/ við sjálvseymkannarmóru (sic!)./ Válki mær í míni syndarligu lagnu./ At hon andfer./ Hvussu við mær/ og mínum?”.
Yrkingin “ARVAGÓÐS (3)” lýsir somuleiðis væl hetta ljóta, sum kagar undan vatnskorpuni, men hon eydnast listarliga betri enn hin fyrr nevnda, eitt nú í fyrsta brotinum:
“Ringa samvitskan hongur har/ um hálsin./ Ein hálsketa./ Grønar saltvatnsperlur,/ sum eg havi arvað frá mammu,/ sum hevur arvað frá ommu,/ sum hevur arvað frá alheimsins kvinnum/ við djúphavsgrønum saltvatnsperlum“.
Hóast eg havi hug at halda, at yrkingarnar sum heild eru meira privatar enn gott er, so er hendan yrkingin eitt dømi um, at kvinnusøga og annar súmbolikkur verða flættað upp í tað annars heldur privata úttrykkið, so tað verður lyft upp á eitt meira alment støði, har tað gerst viðkomandi fyri uttanveltaða lesaran.
Best dámar mær kortini yrkingarnar, sum hava ein estetiskt tilveruligan dám, so sum “SJÁLVVARÐVEITSLA (25)” og “SORG (27)”. Hin seinna er soljóðandi: “Dropar av sorg detta/ niður á vøllin.// Savna seg til smáar hyljar,/ sum spakuliga torna.// Ein hyljur (sic!), kann ikki vera til/ uttan dropar.// Viðhvørt slítur í./ Man sorgin torna?// Savna seg til smáar fuktperlur,/ sum ikki rína við.”
Her er gott pláss ímillum linjurnar til lesaran at fylla út, til sjálv at uppliva og á ein hátt at vera samvirkin í tí, sum yrkjarin úttrykkir.
List ella privat útsøgn
Eg fór at hugsa um “List til eitt vist” um rithøvundar og bókmentir, sum var í Perluni herfyri. Har staðfesti ein av luttakarunum, at tað er lætt at geva út í Føroyum. Eg fór eisini at hugsa um tað, sum onnur hava sagt um munin millum list og privata útsøgn, tá eg las yrkingasavnið, og tað, sum Svanna sjálv sigur um útgávuna á heimasíðuni hjá Sprotanum: at yrkingarnar vórðu til í eini roynd at viðgera kenslur og tankar í samband við ólekiligu sjúkuna hjá einum av hennara nærmastu, og at hetta hevur givið henni nýggjan samanhang og innlit í tilveruna. Tað fær meg at grunda yvir, hvussu eg eigi at fyrihalda meg til eitt yrkingasavn sum”OYÐILENDI”.
Eitt avgerandi fyribrigdi í yrkingalist er týdningurin av at strika egið í yrkingini. Tað vil siga, at egið í yrkingini eigur at vera skilt frá egnum hjá yrkjaranum. Danski yrkjarin og rithøvundurin Pia Tafdrup, sigur í síni poetik, síni bókmentafrøði Over vandet jeg går, at: “Der kan aldrig blive tale om kunst, med mindre det private stof er bearbejdet og selv de mørkeste begivenheder eller mest rystende oplevelser er transformeret til lys. Digtet har ikke egenværdi, førend jeg forlader det, hvilket betyder, at jeg ikke må være til stede som privatperson. Det partielle må ikke kvæle det universelle”, um ósambærið millum privata útsøgn og list.
Tað snýr seg um stríðið millum tað lutvísa og tað algilda, um stríðið hjá yrkjaranum at gera seg leysan frá sær sjálvum sum privatpersóni fyri at kunna skapa sanna list. Í lesiupplivingini er hetta munurin ímillum at kenna tað sum, at tú hevur sett teg at lesa úr dagbókini hjá yrkjaranum og at kenna tað sum, at tú lesur úrdráttir av persónligum upplivingum og sannkenningum, sum yrkjarin hevur sett saman á ein estetiskan hátt, so tú kanst fáa tínar egnu upplivingar av tí skrivaða. Sigast skal, at Pia Tafdrup, eins og aðrir danskir yrkjarar, ið komu fram í 80´unum, stendur í andsøgn til sannkenningaryrkjararnar frá 70´unum, ið yrktu um persónligar kenslur og tankar, um snoypni, skuld og skomm.
Og tað er einki at taka seg aftur í, at sannkenningarbókmentirnar er nær skyldar við autofiktión, sum er nógv frammi í tíðini. Við savninum OYÐILENDI skrivar Svanna Jákupsdóttir seg sum yrkjari inn í hetta rákið, samstundis sum evnisvalið er samfelagsliga viðkomandi. Og tað er millum annað tað, ein yrkjari eigur at vera. Ærlig og djørv.
Rakul í Gerðinum
Takk fyri eitt sera gott og kompetent ummæli, Rakul.